Innanlands

Bátahavnin í Álakeri boðin út

Nýggja báahavnin skal hava pláss fyri 250 bátum, og fer eftir ætlan at kosta 25 milliónir krónur

2020-04-08 20:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nýggja bátahavnin í Álakeri, sum eisini verður eitt nýtt frítíðarstað í høvuðsstaðnum, er nú boðin út í innbodnari lisitatión millum fimm smærri arbeiðstakarar  

Útbjóðingartilfarið at bjóða upp á nýggju bátahavnina í Álakeri var sent út í gjár. Ein samd vinnunevnd hevur avgjørt at bjóða arbeiðið út í innbodnari lisitatión millum fimm smærri arbeiðstakarar.

Tórshavnar býráð hevur samtykt at seta 25 milliónir krónur av til eina bátahavn í Álakeri í tvey ár – 10 milliónir krónur í 2020 og 15 milliónir krónur í 2021.  

Nýggja bátahavnin í Álakeri fer at hava pláss fyri 250 bátum, umframt at økið uppi á landi verður fríðkað og bygt út til eitt hugnaligt frítíðarøki. 

Umstøðurnar at taka bátar upp at vaska ella mála verða gjørdar tíðarhóskandi, so at tað verður ómakaleyst at røkja bátin í Álakeri. Ætlanin er eisini at byggja skúrar, sum bátseigarar kunnu leiga at goyma útgerð og annað, verður sagt.

Í verkætlanini er íroknað eitt sonevnt ”Undirhús” til hugna og samveru, og Havnar Róðrarfelag fær í verkætlanini ein nýggjan bátadrátt. Harumframt fær Róðrarfelagið Knørrur møguleika at byggja nýtt neyst uttan fyri Havnar Róðrarfelag, um áhugi er fyri tí.  

Tað eru skjótt átta ár síðani, eg fyrstu ferð skjeyt upp at byggja eina bátahavn í Álakeri, og tað er frálíkt at síggja, at verkætlanin nú er veruleiki, sigur Bogi Andreasen, formaður í vinnunevndini í Tórshavnar býráði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder