2023-06-30 15:00

Næsta vikuskifti, 7. til 9. juli, skipar Norðoya Bátafelag fyri stórfingnum bátahugna av ymsum slagi, við bátabrúgvarnar í Klaksvík.
Eitt telt verður sett upp niðafyri FK, har bátafólkið sum við lokalum sangkreftum hava hugna við harmonikum og gittarum.
Fríggjakvøldið hugnar bátafólki sær í teltinum við sangi og harmoniku. Leygardagurin byrjar við morgunmati, og á skránni er síðani regattasigling frá Syðradali til Klaksvíkar, sangframførsla, grillmatur, felagssangur og hugni við harmonikum og gittarum, skrivar felagið í tíðindaskrivi.
Sunnumorgun enda tey við morgunmati. Meira kunning fæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald