Innanlands

Bátahylurin í Vestmanna reinsaður

Í sambandi við arbeiðið vórðu fleiri enn 10.000 rúmmetur av botnfalli og gróti tiknir upp úr bátahylinum og flutt til góðkent kastistað

2024-12-05 08:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í summar var eitt skip frá altjóða donsku fyritøkuni Høj Nordic Marine Contractor í Vestmanna, har hon stóð fyri at reinsa innsiglingina til bátahylin inni á Fjørð.

Fyritøkan er ein havíverkseti, ið hevur royndir frá fleiri altjóða sjóleiðum. Høj Nordic Marine Contractor hevur framt í samstarvi við Vestmanna Kommunu og Vestmanna Havn. Nú verkætlanin er liðug, at atkoman til bátahylin og virkisførið á havnaøkinum betrað munandi.

Liðna verkætlanin hevur betra um atkomuna til og virkisførið í havnaøkinum, skrivar Høj Nordic Marine Contractor í tíðindaskrivi.

Í sambandi við arbeiðið vórðu fleiri enn 10.000 rúmmetur av botnfalli og gróti tiknir upp úr bátahylinum og flutt til góðkent kastistað. Eisini varð niðurdottið grót frá grótkastinum tikið upp lagt aftur, og harvið var mótstøðuføri hjá brimgarðinum styrkt móti veðri og vindi.

Arbeiðið í Vestmanna gav donsku fyritøkuni avbjóðingar, sum hon ikki er von við.

- Sjálv reinsanin var eitt sindur ólík vanligum reinsanum, tá stórir steinar, ið ikki vóru sjónligir frammanundan, vóru ein partur av uppreinsanartilfarinum. Tað var eisini ein logistisk avbjóðing at fáa flutt útgerð og amboð til og úr Føroyum, sigur Michael Normann, stjóri í Høj Nordic Marine Contractor í tíðindaskrivi, og vísir samstundis á, at felagið nú hevur fingið royndir og vitan um at fremja slíkt arbeiði í Føroyum í tráð við altjóða krøv og umhvørvisstandardir, um aðrar havnir skuldu havt áhuga.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder