Innanlands

Bátastevnan í Vestmanna útsett til í juli

Bátastevnan verður løgd saman við Fjarðastevnuni

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-03-24 18:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bátastevnan í Vestmanna sum skuldi vera 21. til 23. mai er útsett. Hesum boða fyrireikararnir frá í kvøld.

Støðan við koronasmittuni er orsøkin til útsetingina.

Fjarðastevna verður 11. juli í Vestmanna, og tí verður Bátastevnan løgd saman við Fjarðastevnuni. Sostatt verður bátastevnan í ár 9.-11. juli.

Fjarðarstevnan skiftir ímillum Strendur, Skála og Vestmanna, og í ár stendur Vestmanna fyri tørni.

Tey sum hava umbiðið bátapláss, kampingpláss ella annars keypt atgongumerki, kunnu velja ímillum at fáa peningin endurrindaðan ella flyta tað keypta til í juli, siga fyrireikararnir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder