Mentan

Báturin klárur at brenna

Hóast veðrið ikki er av tí besta, er skráin til nýggjárshaldið í Vági rúgvismikil

2023-12-31 11:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sum vant verður nógv gjørt burturúr nýggjárshaldinum í Vági, sum hvør ár dregur til sín fólk úr øllum landinum og uttan úr heimi. Og hóast veðrið ikki er av tí besta, so er skráin rúgvismikil.

Báturin, sum Jacob Skaaning hevur prýtt, stendur klárur at brenna á Tríkantinum.

Kl. 10-12 Nýggjársnevndin bjóðar til ókeypis almennan morgunmat í VB-húsinum.

Kl. 10 Kirkjurenning frá Vágs kirkju til Porkeris kirkju

kl. 13 Barnatiltak í VB-húsinum v/Bubu og Inga Poulsen og Danny. Dyrnar lata upp kl. 12.30.

Kl. 23.45 Faklagongan fer frá Vágs Skipasmiðju. Faklagongan hjá kvinnum byrjar við Meinigheitshúsið, tá faklagongan hjá monnum kemur vestueftir.

Kl. 0.00 Bál og stórt fýrverksshow á Tríkantinum og Sandinum. Sum vant verður sálmurin “Tíðin rennur sum streymur í á” sungin áðrenn faklarnir verða tveittir á bátin.

Eftir bálið er stórdansur á Eiðinum. Í Vágs Høll spæla Eyðun Nolsøe, Terji Rasmussen og Kim Hansen. Bólkurin RSP fer eisini á pall í Vágs Høll. Og í VB-húsinum spæla Section til dansin.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder