2020-04-21 10:07
Týska fólkaveitslan, Oktoberfest, er avlýst í ár orsaka av koronahóttanini.
Tað upplýsir stjórnarforsetin í týska statinum Bayern, Markus Söder, sambært dýsku dpa tíðindastovuni.
Oktoberfest skuldi havt verið frá 19. september til 4. oktober. Vanliga koma yvir tvær milliónir útlendsk ferðafólk til hesa fólkaveitsluna.
Tað er ov vandamikið at halda festina ”so leingi ongin koppseting finst móti korona”, sigur Markus Söder.
- Tað pínir og tað er ótrúliga trist, segði hann um avlýsingina á einum tíðindafundi í München, har borgarstjórin í býnum, Dieter Reiter, eisini var við.
Teir vóna báðir, at festin kann haldast á heysti 2021, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald