2019-02-16 16:38
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
1. mars kemur "Bones", nýggja EP'in hjá Gretu Svabo Bech, út.
Á EP'ini vera fýra løg, ”All My Bones”, ”Before You Go”, ”Numb” og ”Hear the Melody”.
Fyrsta staklagið frá komandi EP'ini, "All My Bones", kom út 1. februar, og í gjár kom enn eitt staklag út.
Les eisini: Nýtt frá Gretu Svabo Bech
Nýggja staklagið eitur "Before You Go" og til ber at hoyra tað á eitt nú Spotify, Apple Music og á Soundcloud, eisini ber til at keypa tað á iTunes og Google Play.
Til ber at hoyra ein part av lagnum omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald