Tað er veruligur spenningur komin í, nú valstríðið undan løgtingsvalinum er farið inn í næstsíðstu vikuna.
Í hvussu so er, um hugt verður eftir nýggjastu veljarakanningini, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti. 800 fólk vóru hóskvøldið spurd um hvat tey fóru at velja.
Tað óvæntaða í hesi kanningini er úrslitið fyri Fólkaflokkin.
So seint sum í síðstu viku gjørdi Spyr.fo eina líknandi kanning fyri Kringvarpið. Tá stóð ikki væl til hjá Fólkaflokkinum. Undirtøkan var komin heilt niður móti 12 prosentum, og tað gav ikki fleiri enn fýra sessir á tingi – altso, kanningin spáddi Fólkaflokkin at tódna niður í eina helvt.
Men hóskvøldið – 10 dagar eftir kanningina hjá Kringvarpinum – vóru 800 veljarar aftur spurdir um hvussu tey ætlaðu sær at velja.
Og nú er Fólkaflokkurin uppi aftur á sjey tingsessum og 19,2 prosentum av atkvøðunum.
Síggj alla veljarakanningina ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald