Innanlands

Beinta Løwe spyr um bíleggingarskipanina til koppseting

At summi noyðast at fáa onnur at hjálpa sær at lata inn persónligar upplýsingar er ikki virðiligt, heldur Beinta Løwe, sum hevur spurt landsstýrismannin í heilsumálum, um ætlanin er at skipa aðrar møguleikar

Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi (Savnsmynd)

Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi (Savnsmynd)

2021-04-10 15:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er at fegnast um, at tað gongur framá við koppsetingini í Føroyum, og at eldri fólk nú kunnu bíleggja tíð til at verða koppsett, men kortini eigur tað eisini at verða møguligt at bíleggja sær tíð á annan hátt.

Tað heldur Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum hevur sett Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, fyrispurning um hetta.

Hon vil hava at vita, um landsstýrismaðurin ætlar at skipa aðrar møguleikar at bíleggja tíð til koppseting enn gjøgnum verandi bíleggingarskipan.

Hon vísir á, at bíleggingarskipanin krevur, at fólk, sum ikki duga ella ikki brúka tøknina, mugu hava avvarðandi ella onnur at hjálpa sær við m.a. at lata inn upplýsingar um p-talið.

– Hetta kann ikki sigast at vera virðiligt. Tí tað, at tú er 75 ár, merkir ikki, at tú hevur mist allar førleikar, ella at tú er ómynduggjørd. Harumframt er ikki vist, at fólk ynskja at draga onnur inn í síni persónligu viðurskifti, sigur Beinta Løwe.

Beinta Løwe vil eisini hava at vita frá landsstýrismanninum, hvørjar avtalur eru gjørdar við eigaran av bíleggingarskipanini um atgongd til upplýsingar í skipanini og handfaring, burturbeining o.s.fr.

– Komið er fram, at bíleggingarskipanin er ment av og ogn hjá privatari fyritøku, og tí er viðkomandi at fáa upplýst, hvør hevur atgongd til upplýsingarnar í skipanini, sigur hon.

Í løtuni kunnu fólk 70 ár og eldri bíleggja sær koppseting fyri koronu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder