Innanlands

Beinta Løwe: Umráðandi at Løgtingið sleppur at umrøða málini

Tá hjálparpakkin varð samtyktur í farnu viku, var einki orðaskifti í tinginum, tingfólk sluppu ikki at viðmerkja ella spyrja, og at kalla eingin nevndarviðgerð var. Hetta er sera óheppið – fyri ikki at siga ódemokratiskt, heldur tingkvinnan

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-03-22 12:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Tað er í krepputíðum, at fólkaræðið stendur sína roynd og prógvar sítt virði. Hetta mugu vit halda fast um. Tí er umráðandi, at Løgtingið sleppur at umrøða málini, tí tað eru trygd og rættindi hjá fólki, sum tað snýr seg um, sigur Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi í lesarabrævi.

Tá hjálparpakkin varð samtyktur í farnu viku, var einki orðaskifti í tinginum. Tingfólk sluppu ikki at viðmerkja ella spyrja, og at kalla eingin nevndarviðgerð var. Heldur ikki sluppu løgtingsfólk, sum ikki vóru framsøgufólk, inn í salin ella at taka orðið, sigur Beinta Løwe. Hon vísir eisini á, at framsøgufólk bert fingu tveir minuttir hvør at viðgera málini.

– At løgtingslimir ikki sleppa inn í tingsalin, og at Løgtingið ikki sleppur at hava orðaskifti um so umráðandi mál er sera óheppið – fyri ikki at siga ódemokratiskt, sigur tingkvinnan.

– Ja, eg veit, at talan er um eina bráfeingis støðu, og okkurt skal gerast beinavegin. Men so frægt álit mugu vit hava á tinglimum, at tey ikki gera sær dælt av støðuni, men at tey duga at halda seg til málini.

– Vit skulu ikki gloyma, at tað er Føroya fólk, ið ræður í Føroyum, og at Føroya fólk hevur valt 33 fólk í Løgtingið at stýra. Løgtingslimir mugu tí sleppa at seta spurningar, tí tað snýr seg um trygdina og rættindini hjá fólkinum. Vit mugu jú tryggja, at avgerðirnar verða so rættar, sum til ber í slíkum krepputíðum, sigur Beinta Løwe, sum kortini tekur undir við, at øll tingfólk ikki møta upp.

– Tingið skal jú vera ført at stýra, um onkur tinglimur gerst sjúkur. Løgmaður skal hava takk fyri tað, ið hann gera í hesum døgum. Uppgávan er ikki løtt, sigur hon at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder