Komandi vikuskifti skipar Opera.fo fyri ”Bel canto”- konsertum. Tann fyrra verður fríggjakvøldið 18. august í Norðurlandahúsinum kl. 19.30, og tann seinna sunnudagin 20.august kl. 16 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
“Bel canto” ið á italskum merkir “vakur sangur”, verður nýtt bæði um klassiskan sangteknikk og um eitt ávíst tíðarskeið, tá komponistar sum Donizetti, Bellini, Rossini og Verdi livdu. Og júst hetta verður á skránni, tá tey bæði, Birita og Douglas, saman við dugnaliga klaverleikaranum Akseli Remmel, trína á pall.
Birita Adela byrjaði sína klassisku sangútbúgving í Nürnberg, í meistaralæru hjá Douglas Yates, og hevur seinnu árini verið verkætlanarleiðari hjá Opera.fo. Umframt ymiskar uppgávur uttanlands hevur hon m.a. sungið leiklutin Náttardrotningin í barnaoperuni “Gandafloytan”, sum var sýnd á Tjóðpallinum í fjør.
Douglas Yates, ið er úr Texas, hevur vunnið stórar sangkappingar kring Evropa og USA, og er tríggjar ferð á rað tilnevndur “Ársins sangari” av Metropolitan Opera National Council. Á føroyska pallinum kenna vit hann frá uppsetingum hjá Opera.fo í leiklutunum Don Giovanni - “Dagbókin hjá Leporello” (2018) og Sarastro - “Gandafloytan” (2022).
Aksel Remmel er útbúgvin á Kongaliga Danska Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn. Hann hevur framført bæði við Aldubáruni og sum solistur til Nýggjárskonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri. Eisini er hann partur av føroyska ensemblinum EKA, sum í fjør vann FMA heiðursløn fyri ársins navn í opna bólkinum.
Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo, nlh.fo og við dyrnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald