Innanlands

Ben Arabo nýggjur nevndarformaður í BankNordik

Eftir ársaðalfundin hjá Banknordik í dag skipaði nýggja nevndin í BankNordik seg við Ben Arabo sum nevndarformanni og John Henrik Holm sum næstformanni

Ben Arabo var stjóri í Betri eitt skifti  (Mynd: Sverri Egholm)

Ben Arabo var stjóri í Betri eitt skifti (Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-26 19:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á ársaðalfundi hjá BankNordik í dag varð nýggj nevnd vald.

Nevndarforkvinnan í BankNordik seinastu 5 árini, Stine Bosse, hevði frammanundan boðað frá, at hon ikki tók við afturvali, og tí var greitt undan fundinum, at nýggjur nevndarformaður skuldi veljast. Beint eftir ársaðalfundin skipaði nýggja nevndin seg við Ben Arabo sum nevndarformanni og John Henrik Holm sum næst- formanni.

- Eg eri fegin um at verða valdur til formann í BankNordik. Eg síggi fram til at verða partur av at styrkja og menna ta sterku støðu, ið BankNordik hevur, og støðugt at betra um kappingarførið frameftir. At varðveita styrki og kappingarføri er serliga týdningarmikið í tíðum sum hesum, har BankNordik hevur ein sera týdningarmiklan leiklut at hjálpa sínum kundum gjøgnum verandi marknaðarstøðu, sigur Ben Arabo, nývaldur nevndarformaður í BankNordik.

Hesi manna nú nevndina í P/F BankNordik:

Ben Arabo, formaður
John Henrik Holm, næstformaður
Barbara P. Vang, aðalfundarvaldur nevndarlimur
Jógvan Jespersen, aðalfundarvaldur nevndarlimur
Gunnar Nielsen, aðalfundarvaldur nevndarlimur
Hans Arni Bjarnason Thomsen, aðalfundarvaldur nevndarlimur
Kenneth M. Samuelsen, starvsfólkavaldur nevndarlimur
Dan Rasmussen, starvsfólkavaldur nevndarlimur
Alexandur Johansen, nevndarlimur umboðandi samtakið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder