Innanlands

Ben Arabo og aðrir ætla at keypa Magn

Eitt felag við navninum Sp/f Orkufelagið ætlar at keypa Magn fyri hálva milliard

Ben Arabo (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ben Arabo (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-09-02 16:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sp/f Orkufelagið ætlar at keypa Magn. Tað hevur íslendski eigarin, Skeljungur, boðað íslendska keypsskálanum frá í morgum, veit Kringvarpið at siga á heimasíðuni.

Ben Arabo er stjóri í Sp/f Orkufelagið, og hevur næstu átta vikurnar vingið einkarætt at samráðast. Hann sigur við útvarpið at partarnir longu eru samdir um yvirskipaðu viðurskiftini í sambandi við keypið, og arbeitt verður nú við at fáa fígging.

[object Object]

Ætlanin er at endaliga avtalan verður klár í november.

Keypsprísurin er 606 milliónir danskar krónur, men við í søluprísinum er yvirtøka av skuld og onnur fíggjarlig viðurskirfti, so at sølan av partabrøvunum er um 493 milliónir danskar krónur.

Tað eru Ben Arabo, Teitur Nolsøe Poulsen og Tommy Næs Djurhuus, sum fyrr í ár stovnaðu smápartafelagið Orkufelagið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder