Mentan

Bent Fabricius-Bjerre heiðraður við minniskonsert leygarkvøldið

Tað vera vinfólk hjá heimskenda tónaskaldinum, sum fara at framføra kendu løg hansara – Konsertin verður víst á DR1 leygarkvøldið kl. 19

Bent Fabricius-Bjerre gjørdist 95 ár (Mynd: Ritzau)

Bent Fabricius-Bjerre gjørdist 95 ár (Mynd: Ritzau)

2020-07-30 19:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týsdagin varð boðað frá, at danska tónaskaldið, Bent Fabricius-Bjerre, var farin, 95 ára gamal.

Les eisini: Bent Fabricius-Bjerre farin, 95 ára gamal

Maðurin, sum m.a. hevur gjørt eyðkennisløgini til "Matador" og "Olsen Banden" verður nú heiðraður við lítlari minniskonsert, har fleiri av vinfólkum hansara fara at framføra.

– Bent Fabricius-Bjerre hevur givið okkum danir eina stóra tónleikaliga gávu. Tí vilja vit fegin takka honum fyri tónleikin, sigur Helle Sønderby, tíðindaleiðari á mentanardeildini hjá Danmarks Radio, sambært Ritzau.

Minniskonsertin verður víst á DR1 leygarkvøldið klokkan 19 føroyska tíð. Á skránni eru m.a. kendir sangir og eyðkennisløg, sum Bent Fabricius-Bjerre hevur skrivað.

Eisini heiðraður á TV2

Júst eina viku seinni, fer ein onnur donsk sjónvarpsrás, TV2, eisini at heiðra Bent Fabricius-Bjerre.

Í sendingini "Bent Fabricius-Bjerre – et liv omkring et flygel", verða kendir danskir tónleikarar bodnir inn at framføra kend løg – m.a. tónleik úr "Matador" og Grammyvinnandi "Alley Cat".

Sendingin hjá TV2 verður at síggja leygarkvøldið 8. august klokkan 19 føroyska tíð.

Bent Fabricius-Bjerre byrjaði sína tónleikayrkisleið sum 17 ára gamal, og gjørdist hann seinni ein av kendastu donsku tónaskøldunum og tónleikarunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder