Mentan

Ber longu til at atkvøða

Hvønn dag fram til Melodi Grand Prix leygardagin ber til at greiða atkvøðu. Eisini úr Føroyum

Reiley á Voxbotn í summar (Mynd: Jens Kr. Vang)

Reiley á Voxbotn í summar (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-02-07 21:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Umvegis appina DR Grand Prix ber longu nú til at atkvøða fyri luttakarunum í ársins Melodi Grand Prix, sum verður í Arena Næstved leygarkvøldið.

Til ber eisini at atkvøða úr Føroyum og Grønlandi, og atkvøðast kann einaferð um dagin til leygardagin.

22 ára gamli havnarmaðurin Rani Petersen luttekur í ársins Melodi Grand Prix undir navninum Reiley við lagnum “Breaking My Heart”, sum hevur fingið góða undirtøku.

Reiley og “Breaking my Heart” hevur næstbestu oddsini hjá Oddset. Tað gevur tríggjar ferðir pengarnar aftur, um Reiley vinnur.

Bert luttakarin í kallast Eyjaa og sangurin “I was Gonna Marry Him” verður mettur at hava betri møguleikar at vinna.

Appin kann takast niður her:

> App store

> Android

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder