Í morgin hósdag fyrrapart, verður almennur fyrilestur í Vesturkirkjuni við fráfarna danska biskupinum Steen Skovsgaard.
Evnið er “Ber til at gleða seg til dómadag?”.
Dómadagur er ofta knýttur at ræðslu. Hugsað verður ikki einans um heimsins enda; dómadagur ber eisini í sær, at allar gerðir okkara skulu dømast. Hvussu kann dómurin tá vera ein gleðidagur?
Fráfarni biskupur og Phd. Steen Skovsgaard hevur í fleiri enn fýra ár granska dómadag í islam og kristindómi, og í mars 2022 vardi hann sína phd. ritgerð. ”Mellem frygt og glæde -dommedag í islam og kristendom”.
Her hevur Steen Skovsgaard samanborið islamskar og kristnar dómadags hugmyndir og ummælir fleiri av teimum mest týðandi hugtøkunum, sum knýta seg til dómadag í hesum báðum átrúnaðum.
Fyrilesturin er almennur og verður í Vesturkirkjuni klokkan 10 í hósdagin 3. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald