2021-04-10 12:49

Týsdagin 6. apríl var árligi aðalfundurin hjá áhugafelagnum HR í Føroyum hildin á parnassinum á Hotel Hafnia.
Á skránni var frágreiðing nevndarinnar fyri farna árið, roknskapurin var lagdur fram, áseting av limagjaldið varð samtykt, og nakrar viðtøkurbroytingar vórðu gjørdar, skrivar felagið í tíðindaskrivi.
Eisini varð nevndin í felagnum skipað av nýggjum.
Bergtóra Høgnadóttir er nýggj forkvinna. Heri Kjærbo er næstformaður, Anna Maria Ellingsgaard er skrivari, Bára Gásadal er kassameistari, og nevndarlimir eru Alexandra á Dul, Beinta Wilhelm, og Rasmus Nolsøe.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald