placeholder
Mentan

Bert 1200 vikuskiftispass verða seld afturat

Økið er nakað minni í ár, og tí sleppa 8000 fólk á Summarfestivalin

2023-08-01 22:53 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

8000 fólk sleppa á Summar Festivalin

Summar Festivalurin verður hildin um vikuskiftið, og stórur áhugi er fyri at koma á landsins størsta tónleikatiltak.

Økið á Vágsbøi er nakað minni í ár orsakað av bygging í økinum, og tí hava fyrireikararnir avgjørt, at 8.000 fólk sleppa á Summar Festivalin í ár.

Forsølan gongur sera væl í løtuni, og tí boðar Summar Festivalurin frá, at bert 1200 vikuskiftispass afturat verða seld í forsølu.

Afturat tí verður eitt avmarkað tal á dagsbillettum sett til sølu. Hesar billettir kunnu bert keypast við inngongdina á sjálvum degnum.

Summar Festivalurin byrjar hósdagin og heldur fram til leygarkvøldið. Millum stóru bólkarnar, sum framføra á festivalinum í ár, er eru Europe, Suzi Quatro og Thomas Anders úr Modern Talking.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder