Apríl hevur higartil verið ein góður mánaði í mun til smittutølini av koronavirusinum í Føroyum. Tað kann staðfest, nú ein vika er eftir av mánaðinum.
Sum seinna hálva í mars fór í gongd var ótti, tí eitt tvístavað tal av smittaðum var kunngjørt eina heila viku. Spurnartekinin vórðu sett við, um myndugleikarnir vóru ov seinir at seta tiltøk í verk, um føroyingarnir ikki virdu tilmælini, um tað var ov lætt at koma inn til landið, og um hvat fór at henda á til dømis páskum.
6. apríl varð ein nýggjur koronatilburðir kunngjørdur. Tá høvdu tíggju verið tilsamans í mánaðinum. Síðani gingu ellivu dagar, har føroyingar kundu síggja eitt stórt runt null hvønn morgun.
Ein tilburðir var í vikuskiftinum, og í morgun varð staðfest, at tveir hava verið staðfestir seinasta samdøgrið. Harvið hava 13 koronatilburðir verið staðfestir í apríl. Tað er væl undir ein persónur um dagin í miðal. Um 22 teir seinastu dagarnir í mars verða nýttir sum samanbering, so vóru 168 tilburðir skrásettir í tí tíðarsekiðinum (9. mars - 31. mars).
Síðst eitt tvístavað tal av smittaðum fyri eitt samdøgur varð kunngjørt, var 26. mars - fyri næstan einum mánað síðani. 6.375 fólk í Føroyum eru kannaði fyri koronavirus. Tað er 12,1 prosent av fólkatalinum. Eingin er innlagdur við koronavirusinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald