Uttanlands

Bert 6 av 38 drápum í Malmö eru uppklárað

Seinastu átta árini eru 38 fólk skotin og dripin í suðursvenska býnum

Ein 15 ára gamal drongur doyði uttan fyri eina matstovu í Malmö um vikuskiftið (Mynd: EPA)

Ein 15 ára gamal drongur doyði uttan fyri eina matstovu í Malmö um vikuskiftið (Mynd: EPA)

2019-11-12 10:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seinastu átta árini eru 38 fólk skotin og dripin í suðursvenska býnum Malmö. Bert seks av drápunum eru uppklárað, hetta svarar til 16 prosent.

Hetta upplýsir svenska løgreglan sambært svenska blaðnum Aftonbladet.

Uppgerðin kemur nú ein 15 ára gamal drongur um vikuskiftið varð skotin og drupin nærhendis eina pitsa-matstovu í Malmö.

Les eisini: Skottilburður í Malmö: Tannáringur latið lív 

Svenski býurin beint yvir av Keypmannahavn hinu megin Øresund, hevur í nógv ár verið raktur av ófriði millum brotsmannalið.

Umframt 15 ára gamla drongin, sum doyði, so varð eisini ein annar ungur maður raktur av harðskapi um vikuskiftið. Hann liggur í løtuni til viðgerðar á sjúkrahúsi fyri lívshættisligar skaðar. Beint undan skottilburðinum var eisini ein spreinging nærhendis.

Løgreglan arbeiðir við tí ástøðinum, at spreingingin skuldi ørkymla løgregluna. Enn er ongin persónur handtikin eftir tilburðin, skrivar Ritzau.

Ein serfrøðingur í løgreglumálum, serliga við atliti til brotsmannaharkalið vísir á, at neyðugt er hjá løgregluni at gerast betri til at uppklára júst hetta slag av brotsverkum. Tá talan er um brotsverk, sum ikki hava tilknýti til ’banda-umhvørvið’, so megnar svenska løgreglan at uppklára 90 prosent av brotsverkunum, upplýsir serfrøðingurin.

Orsøkin til hetta er ikki bert, at trupult er at fáa fólk at vitja um hesi brotsverk. Men løgreglan upplýsir eisini, at hon verður álopin og órógvað undir uppkláringararbeiðinum.

’Banda-kriminalitetur’ finst eisini í hinum stóru býunum í Svøríki. Í Stockholm og Göteborg vórðu ávikavist 61 og 29 persónar dripnir í árunum 2011 til 2018. Uppkláringarprosentið í hesum býum er ávikavist 20 og 24. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder