Tað eru nú í alt 179 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 4653 kanningarúrslit.
Tað hevur Landslæknin upplýst í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Harvið hevur bert ein persónur fingið staðfest smittuna seiansta samdøgrið. Í gjár varð samlaða talið kunngjørt at vera 177, men sambært Landslæknanum skuldi tað vera 178.
Seinastu dagarnar hava fá fólk fingið staðfest smittuna, men seinasta samdøgrið eru tíggju fólk vorðin frísk. Samlaða talið av fólkum sum eru vorðin frísk, eftir at tey hava havt koronavirus, er nú 91, og harvið hava 88 fólk koronavirus í løtuni. Tað er lægsta talið av smittaðum í 15 dagar.
Ein persónur er framvegis innlagdur á koronadeildini á Landssjúkrahúsinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald