Innanlands

Bert ein hevði sjúkueyðkenni

Av teimum, sum hava fingið staðfest koronasmittuna fyri aðru ferð, hevur bert ein sjúkueyðkenni, og einki bendir á, at hesi kunnu smitta onnur, sigur Landslæknin

Savnsmynd (Ólavur Frederiksen/FaroePhoto)

Savnsmynd (Ólavur Frederiksen/FaroePhoto)

2020-04-26 14:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár boðaði Landslæknin frá, at sjey føroyingar høvdu fingið staðfest koronasmittuna fyri aðru ferð, og tað var av tilvild, at tey vórðu funnin.

– Eg veit um ein, sum fekk sjúkueyðkenni aftur og sostatt eisini varð avbyrgdur, meðan tey, sum viðkomandi hevði verið í sambandi við, vórðu sett í sóttarhald, tí mann óttaðist smittuvandan. Hini høvdu eingi sjúkueyðkenni menn høvdu verið til regluliga kanning hjá sínum egna lækna, sigur hann við Kringvarpið.

– Vit vænta ikki, at har er vandi fyri, at tey kunnu smitta onnur. Vit vita, at onkur teirra hevur búð saman við fólki, sum ikki eru staðfest positiv, og tí er einki sum bendir á, at tey kunnu smitta onnur.

Landslæknin heldur ikki, at hesi eru vorðin frísk og smittað umaftur.

Hoyr innslagið her.

Dagføring kl. 21.30: Talið á fólki, sum eru staðfest positiv fyri aðru ferð er í dag átta, upplýsir Landslæknin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder