
Síðan ein persónur varð staðfestur smittaður við bretska koronufrábrigdinum mánadagin, er eingin nýggjur smittutilburður staðfestur í Føroyum, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
356 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 250.438 kanningar, skrivar corona.fo.
Síðan í gjár er ein av teimum báðum smittaðu persónunum í Føroyum staðfestur frískur aftur, og sostatt er bert ein smittaður eftir í løtuni.
Tilsamans 663 persónar hava fingið staðfest koronasmittuna í Føroyum, og 661 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.
Eingin er smittaður innanlands í Føroyum síðan 25. januar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald