Fitt av vindi hevur verið í nátt, og er tað ikki óvanligt, at boðað verður frá fleiri vindskaðum, tá illveður er. Higartil hevur løgreglan tó bert fingið eina fráboðan um vindskaða í nátt.
Tann fráboðanin kom úr Kvívík, har takið á einum hjalli var við at fara í vindinum. Boðini vórðu givin víðari til sløkkiliðið, sum tók sær av tí, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Lagt verður afturat, at nógv fólk hava verið í býnum í nátt hóast veðrið. Kortini hevur verið stak friðarligt.
Tó varð løgreglan boðsend til eitt skeinkistað í høvuðsstaðnum klokkan 22.35 í gjárkvøldið, har ein maður var til ampa. Tað endaði við, at løgreglan mátti taka mannin við sær á politistøðina. Maðurin sat har eina løtu og varð síðani leyslatin aftur. Hann er nú skuldsettur fyri brot á politiviðtøkurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald