Innanlands

Bert fýra smittaði afturat

Samanlagt hava nú 144 føroyingar fingið staðfest smittuna

2020-03-27 07:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra føroyingar hava seinasta samdøgrið fingið staðfest covid-19 smittuna.

Hetta talið er lægri enn seinastu tveir dagarnar.

Harvið eru tað nú í alt 144 føroyingar, sum hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 3120 kanningarúrslit. Úrslitið fyri 100 kanningar, ið vórðu gjørdar í gjár, verða greinað seinni í dag.

Hetta upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Sí dagførdu tølini her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder