Innanlands

Bert tey allar nærmastu sleppa at vitja í fyrsta umfari

Dýra biðidag verður aftur møguleiki hjá teimum eldri á ellis- og røktarheimum at fáa vitjan

Marna Ellingsgaard Jensen (Mynd: Sverri Egholm

Marna Ellingsgaard Jensen (Mynd: Sverri Egholm

2020-05-06 12:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Teir føroyingar, sum hava harmast um ikki at sleppa at sleppa at vitja teirra nærmastu, ið búgva á eldraheimum og bústovnum, kunnu nú byrja at gleðast.

Frá frígjadegnum, dýra biðidag, verður aftur møguleiki hjá teimum eldru borgarunum á ellis- og røktarheimum at fáa vitjan.

Men byrðað verður spakuliga og við avmarkingum. Og tað merkir, at ikki øll kunnu fara at vitja.

Fyrstu fjúrtan dagarnar verða tað bert tey nærmastu, sum sleppa at vitja eftir avtalu við starvsfólkini á heimunum.

Tað upplýsti Asta Marjunardóttir, eindarleiðari í heilsu- og umsorganartænastuni í Havn, sum greiddi frá, hvussu heimini lata uppaftur á tíðindafundi fyrrapartin.

- Við tey allar nærmastu meina vit eitt, tvey, kanska trý fólk kunnu koma at vitja. Starvsfólkini á heiminum hava eina kenslu av, hvørji eru tey allarnærmastu hjá hvørjum búfólki – annars er tað upp til familjurnar at finna fram til, hvør tað verður, sum skal koma at vitja hesa fyrstu tíðina.

- Um so er, at tann fyrsta tíðin gongur væl uttan at fleiri fólk verða smittað, so fara vit at lata spakuliga meira upp, so at eisini onnur, eitt nú ommu- og abbabørn, langommu- og langabbabørn kunnu koma eisini, segði Asta Marjunardóttir.

Avmarkingar - tí tilmælini skulu haldast
Hóast sagt verður, at eldraøkið nú verður latið upp aftur, so er tað framvegis við nógvum avmarkingum, tí tilmælini til eitt nú frástøðu framvegis skulu haldast.

Sostatt verða opnu dagtilhaldini ikki latin upp eins og tey vóru áðrenn koronatiltøkini vórðu sett í verk.

- Tey visiteraðu dagtilhaldini verða nú latin upp aftur, men vit kunnu ikki lata tey opnu dagtilhaldini uppaftur. Har verður innførd ein skipan, so at tey eisini verða visiterað – tað vil siga, at fólk bert kunnu koma á hesi dagtilhald eftir eini nærri ætlan og í samráð við starvsfólkini á staðnum, segði Marna Ellingsgaard Jensen, leiðari fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu á tíðindafundinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder