Innanlands

Bert tey ferðandi sleppa á flogvøllin

Vága Floghavn hevur sett fyribyrgjandi tiltøk í verk móti coronasmittu

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-03-12 18:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vága Floghavn hevur sett tiltøk í verk fyri at minka um smittuvandan.

Millum annað skulu avvarðandi hjá ferðafólk, sum ynskja at fylgja ella taka ímóti sínum nærmastu biðin um at halda seg á parkeringsøkinum við flogvøllin. Eisini skulu hýruvognsførarar, bussførarar og onnur, sum koyra ferðafólk til og frá farstøðini, verða biðin um at halda seg uttanfyri farstøðina.

Vága Floghavn ger vart við, at ferðafólk sum eru ávegis til Føroyar, skulu áðrenn fráferð tryggja sær egnan flutningsmøguleika frá flogvøllinum við bussi, hýruvogni ella privatum flutningi.

Ferðafólk kunnu einans hava 1 stk hondviðføri + 1 lítla teldutasku, sum tilsamans viga í mesta lagi 8 kg, við sum hondviðføri. Alt annað viðføri skal innskrivast.

Tollfría sølan í farstøðini verður stongd fyri komandi ferðafólki, og hesi fara í staðin út í viðførismóttøkuna gjøgnum aðra gongd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder