Betri Banki valdi fríggjadagin fyribils at steingja fysisku avgreiðslurnar. Hóast hetta verða allar tænastur veittar umvegis telefon, teldupost og netbankan. Bankin hevur mannað upp á telefonavgreiðsluni, so kundarnir framhaldandi fáa avgreitt øll síni viðurskifti ómakaleyst.
Nú virksemið á nógvum økjum í føroyska samfelagnum minkar, missa fleiri fyritøkur inntøku og kunnu fáa trupulleikar við gjaldføri. Hetta kann eisini ávirka privatinntøkur hjá fólki, ið eiga ella starvast hjá hesum fyritøkum. Betri Banki er fullgreiður yvir støðuna og er fúsur at hjálpa sínum kundum beinanvegin.
– Hetta er ein heilt óvanlig støða, og vit skilja sera væl teir trupulleikar, okkara kundar knappliga kunnu fáa. Føroysku húsarhaldini og fyritøkurnar eru sum heild fíggjarliga væl fyri og hava lutfalsliga lítla skuld í mun til grannalondini. Vit eru klár at hjálpa teimum gjøgnum hesa truplu tíð, sigur Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka.
Summir privat- og vinnukundar fara at hava fyribils avbjóðingar við gjaldførinum, og teimum fer bankin at hjálpa. Smærri vinnukundar sleppa undan negativum innlánsrentum, og bankin fer at veita privat- og vinnukundum skáar í teirra lánum komandi mánaðirnar.
– Betri Banki er ein tann fíggjarliga best bjálvaði bankin í danska ríkinum, og gjaldførið er sera gott. Sum partur av størsta føroyska fíggjarsamtaki, sum kundar okkara eiga, hava vit eina serliga skyldu at skapa tryggleika í Føroyum. Tí vilja vit sjálvsagt hjálpa kundum okkara ígjøgnum hesa kreppu, til hon er hasað av, sigur Jean Djurhuus.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald