2023-06-02 19:06
Spurnaspælið Bezzerwizzer á føroyskum kom á fyrsta sinni út í fjørheyst, og varð rivið av hillunum.
Á nýggjárinum varð útselt, men spælið er nú endurprentað fyri seinastu ferð, sigur Hugnaløtur, sum gevur spælið út.
- Vit hava gjørt ymsar rættingar, í mun til fyrru útgávuna, men annars er tað so gott sum sama spæl. Tað hevur verið møguligt at undanbíleggja spøl, tískil eru væl meir enn helvtin av spølunum longu seld, og hesaferð hava vit als ikki ætlanir um at gera eitt endurprent afturat, verður sagt.
Lagt verður afturat, at onnur føroysk spøl eru ávegis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald