Eftir fleiri hundrað fyrispurningar, hava vit gjørt av at endurprenta Bezzerwizzer á føroyskum. Tað er ómetaliga kostnaðarmikið at endurprenta, men tá so nógv fólk hava vent sær til okkum, so halda vit at tað er uppá pláss at gera tað, sigur Ólavur Larsen frá Hugnaløtur, sum hevur latið Bezzerwizzer á føroyskum gjørt.
Um umleið fýra vikur, verður møguleiki fyri at keypa sær Bezzerwizzer á føroyskum á nethandlinum hjá Hugnaløtum, og leveringin verður so seinni.
Spølini koma til landið í mai ella juni mánaða í ár og tey sum hava keypt sær spælið áðrenn, fáa spølini áðrenn tey fara í handlarnar. Um tað verður stórur eftirspurningur, so kann tað blíva útselt enn einaferð og hesaferð verður spælið ikki endurprenta einaferð afturat, so tað ræður um at gera skjótt av, verður sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald