Innanlands

Bíða eftir umbøn úr Japan

Danska løgmálaráðið bíðar eftir umbøn frá Japan um at fáa Paul Watson útflýggjaðan

(Mynd: Captain Paul Watson Foundation)

(Mynd: Captain Paul Watson Foundation)

2024-07-23 11:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgmálaráðið bíðar nú eftir formligari umbøn frá japonsku myndugleikunum um útflýggjan av Paul Watson, sum situr varðhaldsfongslaður í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk.

Tað sigur danska Løgmálaráðið við Danmarks Radio.

Ein tílík umbøn skal vera send í seinasta lagi 30 dagar aftaná handtøkuna, sigur løgmálaráðið.

Talan er um tíggju ára gomul handtøkuboð frá Japan.

Japan ákærir Paul Watson fyri innbrot, at hava gjørt skaða á ognir, forðan av útinnan av vinnu umframt persónskaða í sambandi við tvær hendingar, sum vóru í Antarktis í februar 2010 móti einum japanskum skipi.

[object Object]Tað gekk ofta harðliga fyri seg tá Sea Shepherd við Paul Watson á odda forðaðu japanskari hvalaveiðu. Her mynd frá 2008 (Mynd: EPA)

Grønlendska løgreglan handtók hvala aktivistin tá hann við skipi sínum John Paul de Joria legði at bryggju í Nuuk at bunkra. Tey vóru á veg til Kyrrahavið at forða japanskari hvalaveiðu.

Felagsskapurin Captain Paul Watson Foundation sigur, at verður Paul Watson útflýggjaður til Japan, kann hann fáa upp til 15 ára fongsulsrevsing. Hetta er at rokna sum lívstíð hjá 73 ára gamla Watson, siga tey, og vænta, at hann fer at enda sínar dagar har.

Paul Watson varð í grundlógaravhoyri sunnudagin varðhaldsfongslaður til 15. august. Avgerðin er kærd til landsrættin, sum nú skal taka støðu í málinum.

Les eisini: Kann enda sínar dagar í fongsli

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder