
7,5 prosent av íbúgvunum í Føroyum eru koppsett fyri fyrstu ferð við korona sambært corona.fo. Tað eru 3993 fólk. Hetta er farið fram seinasta stóra mánaðin.
Hósdagin vórðu 315 fólk koppsett fyri koronu í Føroyum. Síðani hevur støðgur verið í, og tað verður tað, meðan bíðað verður eftir nýggjari sending við koppingarevni. Hon kann væntast at koma seinni í vikuni, men í løtuni er nógv viðvíkjandi koronukoppsetingum ótrygt, og í Føroyum avhongur tíðaráseting og nøgd av skamtum av, hvat danir fáa. Danmark gevur og rindar fyri koppsetingarnar, ið koma til Føroyar. Fleiri, ið eru í sokallaða vandabólkinum, bíða framvegis
Í Degi & Viku í gjárkvøldið kom fram, at millum annað starvsfólk í leiðsluni og onnur starvsfólk á Landssjúkrahúsinum, ið ikki hava nakað beinleiðis samband við sjúklingar, hava fingið nakrir sokallaðar avlopsskamptir.
Í fleiri av sendingunum hava fleiri koppsetingar verið enn væntað, og summi sum hava verið á listanum hava givið avboð. Tí varð hetta gjørt í summum førum í byrjanini, greiddi Steinar Eirikstoft frá - hetta fyri at nakað ikki skuldi fara til spillis. Stjórin á Landssjúkrahúsinum nevndi einaferð í samrøðuni, at áleið 4.200 eru koppsettir fyri koronu.
Til ber at síggja innslagið, ið millum annað hevur fingið nógva neiliga umtalu á sosoailu miðlunum, her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald