Talið av royndum, sum verða tiknar av fólkum undir illgruna fyri corona-smittu økist alsamt.
Lars Fodgaard Møller, landslækni upplýsti á tíðindafundinum í Heilsumálaráðnum í kvøld, at umleið 30 royndir eru tiknar í dag.
- Vit fáa svarini um eina løtu. Um tað vísir, at royndirnar vísa, at fleiri hava fingið smittuna, so gerst støðan ein heilt onnur í kvøld.
Tað góða í støðuni er, leggur landslæknin afturat, at royndirnar kunnu kannast í Føroyum. Tað er Heilsufrøðiliga Starvsstovan, sum tekur sær av at kanna tær royndirnar, sum verða tiknar.
Áðrenn í dag vóru tað 27 fólk, sum vóru kannað. Í dag vóru tað umleið 30. Roknast kann við, at talið økist komandi dagarnar, viðgongur landslæknin.
Lars Fodgaard Møller var á fundinum í kvøld biðin um at gera viðmerking til málið, har ein smittað kvinnað í fyrsta umfari meira ella minni varð víst aftur av sínum egna lækna.
Men landslæknin vil ikki gera viðmerking til einstøk mál.
- Heilsuverkið er undir trýsti í løtuni, og tað er neyðugt, at vit stuðla teimum. Tað ber ikki til at peika einstakar læknar út fyri at hava tikið skeivar avgerðir. Mín varhugi er, at kommunulæknarnir fylgja rætningslinjunum, og ongin orsøk er tí at ákæra nakran, segði Lars Fodgaard Møller.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald