Uttanlands

Biden: Eg ætli mær at stilla uppaftur

Hann er tó ikki klárur at koma við einari endaligari fráboðan enn

Amerikanski forsetin, Joe Biden (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Joe Biden (Mynd: EPA)

2023-04-10 15:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fleiri valevni hava seinastu tíðina boðað frá, at tey stilla upp til amerikanska forsetavalið, sum verður næsta ár, men sitandi forsetin, Joe Biden hevur higartil ikki boðað alment frá sínari uppstilling, hóast hann hevur givið fleiri ábendingar um, at hann ynskir at gera tað.

Í dag segði Biden tó, at hann hevur ætlanir um at stilla upp.

80 ára gamli Biden er elsti forseti, sum hevur sitið í Hvítu Húsunum, og tí hevur ivi verið sáddur um, hvørt hann fór at stilla uppaftur, og sambært veljarakanning, sum varð gjørd í mars mánað, ynskir bert ein triðingur av amerikonsku veljarunum, at Biden verður afturvaldur næsta ár.

Les eisini: Bert ein triðingur av veljarunum vilja hava Biden afturvaldan

– Eg havi ætlanir um at stilla upp. Men vit eru enn ikki klár at koma við einari fráboðan, segði hann í dag, tá miðilin NBC spurdi hann um málið.

Sambært DR, ið endurgevur CNN, er ein orsøk til, at Biden enn ikki er komin við einari endaligari fráboðan, at hann enn manglar at taka avgerðir um fleiri mál, sum m.a. hvør skal standa á odda fyri valstríðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder