Amerikanski forsetin, Joe Biden er elsti forseti, sum hevur sitið í Hvítu Húsunum, og verður hann valdur til enn eitt valskeið, verður hann 86 ár, tá hann fer frá. Men hann heldur ikki, at hann er ov gamal at stilla uppaftur í 2024.
Ivi hevur verið sáddur um, hvørt Biden fer at stilla upp til næsta forsetavalið, og um hann ikki heldur átti at latið einum yngri valevni sloppið framat, men demokratiskir veljarar hava einki at stúra fyri, sigur Biden í samrøðu við MSNBC.
– Eg havi góða heilsu. Alt tað kropsliga hjá mær riggar framvegið væl – eisini tað sálarliga, sigur Biden.
Amerikanski forsetin verður 80 ár í november, og ynskir hann ikki at verða virðismettur út frá aldri sínum. Hann ásannar tó eisini, at eingin veit, hvat kann henda.
– Eg havi virðing fyri lagnuni. Eg kundi blivið sjúkur í morgin. Eg kundi doyð í morgin.
Í juli vísti ein veljarakanning, sambært Ritzau, at bert 26 prosent av demokratisku veljarunum eru fyri, at Biden stillar uppaftur í 2024. Har var tað aldurin, sum var størsta orsøkin til, at tey ikki hildu, hann skuldi fara eftir enn einum valskeiði.
Les eisini: Biden: Eg ynski at stilla uppaftur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald