Amerikanski forsetin, Joe Biden heitir á amerikanarar um at konfrontera vápnalobbyistar og leggja trýst á kongressina fyri at fáa hana at herða vápnalóggávuna.
Tað ger hann í kjalarvørrinum á skottilburðin í Texas týsdagin, har ein 18 ára gamal miðnámsskúlanæmingur fór inn í ein barnaskúla og skeyt 19 skúlabørn og tveir lærarar, áðrenn hann sjálvur varð skotin til deyðis av løgregluni.
– Sum tjóð eiga vit at spyrja nær í guds navni vit fara at konfrontera vápnalobbyina, nær í guds navni vit gera tað, sum vit øll innast inni vita, vit noyðast at gera, segði hann í røðu, sum varð send í sjónvarpinum.
– Eg eri troyttur av tí. Vit noyðast at gera okkurt, segði hann sambært Reuters.
Hvat ítøkiliga mátti gerast, kom hann tó ikki nærri inná.
Les eisini: Skottilburður í Texas: 19 skúlanæmingar deyðir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald