– Tað hevur verið ein heiður at tæna sum tykkara forseti. Men at verja fólkaræðið, sum er í vanda, er meira umráðandi enn nakað heiti.
Soleiðis segði amerikanski forsetin Joe Biden m.a. í nátt okkara tíð í sínari fyrstu røðu fyri amerikonsku tjóðini, síðan hann sunnudagin boðaði frá, at hann tók seg úr forsetavalstríðnum.
Í røðu sínari segði Biden, at tað seinastu vikurnar varð vorðið greitt, at hann noyddist at savna demokratiska flokkin, og at tíðin er komin at lata einum nýggjum ættarliði sleppa framat.
Næstu seks mánaðirnar, sigur Biden, fer hann at hugsavna seg um arbeiðið sum forseti.
– Hetta merkir, at eg fari at arbeiða fyri at lækka livikostnaðin hjá hartarbeiðandi familjum og at stimbra búskapin.
– Eg haldi á at verja okkara personliga frælsi og okkara borgararættindi - rættin til at fara á val og rættin til at velja sjálvi, sigur Biden og vísir til rættin hjá kvinnum at fáa fosturtøku, sum síðan 2022 ikki hevur verið galdandi í øllum USA, eftir at hægstirætturin ógildaði eina 49 ára gamla avgerð, sum tryggjaði hendan rættin í øllum statum.
Biden undirstirkaði eisini, at hann framhaldandi vildi tryggja stuðul til Ukraina í krígnum móti Russlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald