Komandi leygardag eru júst 20 ár liðin, síðan álopini móti USA 11. september 2001, sum ofta bert verða nevnd 9/11. Amerikanski forsetin, Joe Biden ætlar sær í hesum sambandi at vitja tey trý støðini, sum vórðu álopin, upplýsa Hvítu Húsini.
– Leygardagin 11. september fara Joe Biden og forsetafrúan Jill Biden at heiðra og minnast tey, sum lótu lív fyri 20 árum síðani, stendur í fráboðanini.
Forsetaparið fer at luttaka í minningarhaldi í New York City, har World Trade Center varð álopið, í Shanksville í Pennsylvania, har eitt flogfar datt niður, og í Arlington, Virginia, har amerikanska verjumálaráðið, Pentagon, varð álopið.
Fleiri avvarðandi hjá teimum, sum lótu lív 11. september 2001 heittu tó í august á Joe Biden um ikki at møta upp til minningarhaldini á 20-ára degnum, um hann ikki gav boð um at leysgeva skjølini um álopið.
Avvarðandi vilja vera við, at loynilig skjøl kunnu prógva, at saudiarabisku myndugleikarnir høvdu tilknýti til og fíggjaðu bakmenninar. Talan er um skjøl um kanningina, sum amerikanska samveldisløgreglan FBI hevur gjørt av alopunum, skrivar Ritzau.
Saudiarabia hevur tó áður sagt, at tey ongan leiklut høvdu í álopunum
Eftir trýst frá teimum avvaraðandi til nærum 3000 av ofrunum, sum lótu lív í álopunum, sum hernaðarliga al-Qaeda-netverkið stóð aftanfyri, heitti Biden fríggjadagin á amerikanska løgmálaráðið og aðrar myndugleikar um at gjøgnumganga skjølini við tí í huga at leysgeva tey.
Undir forsetavalstríðnum í fjør lovaði Biden eisini, at hann vildi syrgja fyri, at fleiri skjøl fóru at gerast tøk hjá almenninginum, og nú tá 20-ára dagurin fyri álopini nærkast, ætlar hann sær at halda ta lyftið, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald