Tað fær ikki avleiðingar fyri viðurskiftini millum Kina og USA, at amerikanski forsetin, Joe Biden brúkti orðið "einræðisharri" um kinesiska starvsbróðir sín, Xi Jinping.
Tað heldur amerikanski forsetin í øllum førum ikki.
– Eg haldi ikki, tað hevur fingið nakrar veruligar avleiðingar, sigur Biden sambært Reuters.
Tað var á einum tiltaki í Kalifornia týsdagin, at Biden m.a. hevði hetta at siga um kinesiska forsetan:
– Tað er sera pínligt fyri ein einræðisharra, tá hann ikki veit, hvat gongur fyri seg.
Sambært talsfólki hjá kinesiska uttanríkismálaráðnum var útsøgnin hjá Biden "ein opin politisk provokatión".
Les eisini: – Hetta er láturligt
Biden leggur afturat, at amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Antony Blinken hevði eina góða ferð til Kina herfyri, og væntaði hann at sleppa at hitta Xi forseta í nærmastu framtíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald