Uttanlands

– Hetta er láturligt

Tað hevur vakt vreiði í Kina, at Joe Biden hevur kallað Xi Jinping fyri ein einræðisharra

Amerikanski forsetin, Joe Biden (Mynd: Reuters)

Amerikanski forsetin, Joe Biden (Mynd: Reuters)

2023-06-21 12:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin og mánadagin var amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Antony Blinken á vitjan í Kina. Mett var, at hendan søguliga vitjanin eydnaðist væl og kundi slóða fyri at kinesiski forsetin, Xi Jinping og amerikanski forsetin, Joe Biden kunnu hittast í november.

Dagin eftir vitjanina, kom amerikanski forsetin tó við einari útsøgn, sum hevur vakt vreiði í Kina.

Á einum tiltaki í Kalifornia týsdagin kallaði Biden Xi fyri ein einræðisharra, og tað er bæði láturligt og ábyrgdarleyst, sigur talsfólk hjá kinesiska uttanríkismálaráðnum, Mao Ning sambært Ritzau.

– Hetta er opin politisk provokatión.

Biden greiddi týsdagin frá, at Xi varð illa við, tá kinesiska ballónin, sum sambært USA var brúkt til njósning, fyrr í ár fór av kós yvir USA.

– Orsøkin til, at Xi Jinping varð skakaður, tá eg skeyt ballónina, sum varð full við njósnaraútgerð, niður, var, at hann ikki visti av, at hon var har, segði Biden.

– Tað er sera pínligt fyri ein einræðisharra, tá hann ikki veit, hvat gongur fyri seg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder