Uttanlands

Biden mist fleiri stuðlar

Fleiri tiltøk, sum høvdu til endamáls at savna pening inn til valstríðið hjá Biden eru avlýst

Amerikanski forsetin Joe Biden (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin Joe Biden (Mynd: EPA)

2024-07-07 11:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fleiri tiltøk, sum høvdu til endamáls at savna inn fíggjarligan stuðul til valstríðið hjá amerikanska forsetanum, Joe Biden eru avlýst.

Tað skrivar tíðindastovan Ritzau, sum endurgevur amerikanska miðilin New York Times.

Ein innsavning í statinum Wisconsin, sum skuldi verða hendan mánaðin er avlýst, og eisini er ógreitt, hvussu verður við einum tiltaki í Texas, siga keldur við New York Times.

Tað var ætlanin, at Biden skuldi luttaka í innsavningum í Wisconsin síðst í juli, men sambært keldum hava fleiri stórir stuðlar tikið avgerð um ikki at stuðla Biden kortini.

Sambært ABC News heita fleiri stórir fíggjarligar stuðlar hjá demokratunum eisini á Biden um at taka seg úr valstríðnum, og nokta teir at lata meira fíggjarligan stuðul.

Les eisini: – Legg frá tær, so vit sleppa undan vanlukku

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder