Amerikanski forsetin, Joe Biden undirskrivaði í gjár eina lóg, sum avmarkar atgongdina til vápn.
Talan er um eina lóg, sum varð góðkend av Senatinum og Umboðsmannatinginum ávikavíst hósdagin og fríggjadagin, og nú Biden hevur undirskrivað hana, kann hon koma í gildi.
Lógin umfatar m.a. strangari eftirlit av persónum, sum ynskja at keypa vápn, sum annaðhvørt eru dømdir fyri harðskap í heiminum, ella sum í teirra ungu árum eru dømdir fyri ávís brotsverk.
Eisini verður stuðul latin til einstaku statirnar, so teir kunnu seta í gildi teirra egnu lógir, sum forða persónum í at keypa vápn, um teir vera mettir at vera til vanda fyri sær sjálvum ella øðrum.
Sambært Ritzau er hetta fyrstu ferð í 28 ár, at ein størri broyting í vápnalógini er komin ígjøgnum Senatið.
Amerikanski forsetin sigur, at hóast lógin ikki inniheldur øll tey tiltøkini, sum hann kundi hugsað sær, inniheldur hon kortini tiltøk, sum hann hevur ynskt sær leingi, og sum hann væntar fara at bjarga lívum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald