
Mánadagin í seinastu viku varð Aksel V. Johannesen útnevndur samráðingarleiðari og fekk sostatt møguleikan at skipa nýggja landsstýrissamgongu. Síðan mikudagin hava Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn verið saman og arbeitt við at skipa nýggja landsstýrissamgongu.
Arbeiðið tykist ganga væl. Hann hevur júst verið og tosað við Jógvan á Lakjuni, løgtingsformann, um gongdina higartil. Hann hevur biðið um longda freist til og við tingfundin hósdagin, tá ið nýggja tingið verður sett.
-
Aksel V. Johannesen (Mynd: Sverri Egholm)
-
Aksel V. Johannesen (Mynd: Sverri Egholm)
-
Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari og formaður Javnaðarfloksins, og Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður. (Mynd: Sverri Egholm)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald