Bíðilistarnir á í føroyska sjúkrahúsverkinum eru styttir við 597 persónum higartil í ár. Hetta er hent eftir at løgtingið játtaði 4,25 milliónir krónur til eitt átak, sum hevur til endamáls júst at stytta bíðilistar til viðgerðir í sjúkrahúsverkinum.
Sjúkrahúsini hava í felag lagt virksemið til rættis, soleiðis at bíðilistarnir verða styttir mest møguligt við játtanini, sum er veitt til endamálið í ár. Eftir ætlan, verða bíðilistarnir styttir við tilsamans 1.100 persónum fyri ársenda, skrivar Heilsumálaráðið.
Játtanin er brúkt til at stytta bíðilistarnar á ymiskum økjum, har metthevur verið, at tørvurin er størstur, og har tað hevur verið møguligt at økja virksemið. Millum hesi eru:
- 890.000 krónur til ADHD-útgreiningar á Landssjúkrahúsinum
- 382.000 krónur til orto alloplastik (mjadnar og knø) á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
- 98.000 krónur til pínuklinikkina á Suðuroyar Sjúkrahúsi
- 346.000 krónur til Barna- og ungdómspsykiatri á Landssjúkrahúsinum
- Umframt játtan til 19 onnur øki innan Sjúkrahúsverkið (eitt nú magatarmskurð, urologi og æðraknútar)
Hóast tað er avbjóðandi at stýra bíðilistum, arbeiðir Sjúkrahúsverkið støðugt við at betra viðgerðartíðirnar. Júst hendan raðfestingin ger stóran mun, og hevur beinleiðis jaliga ávirkan á tann einstaka sjúklingin.
- At veita borgarum trygga og skjóta heilsutænastu er eitt av okkara fremstu málum. Vit fegnast um, at hetta átakið, sum sjúkrahúsini í felag hava lagt til rættis, hevur eydnast væl higartil. Tað er mín vón, at vit náa málinum, sum er sett fyri árið, sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna við heilsumálum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald