Innanlands

Bíðirøðin deild upp í sonur

FK í Fuglafirði hevur strika økið av, so fólk ikki standa ov tætt

(Partur av mynd tikin av Facebook)

(Partur av mynd tikin av Facebook)

2020-03-17 12:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í Fuglafirði hava tey tikið eina serliga skipan í brúk fyri at forða fyri, at fólk, sum standa í bíðirøð við kassan í FK-handlinum ikki standa ov tætt.

Økið har kundar plaga at standa í bíðirøð, er strikað upp við tveimum metrum millum strikurnar. Boðini frá FK á sosialu miðlunum ljóða soleiðis:

”FK hevur eina inniliga áheitan til síni viðskiftafólk. Gólvið er nú uppmerkt við klistri, har tað er 2 m. ímillum. Ikki neyðugt við nógv fleiri orðum. Vónandi skilja tit boðini, og halda tey!”

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder