Bjargingarlið í Taiwan arbeiða nú við at bjarga líkið av einum fjallaklintrara, ið er vorðin kend fyri at leggja sjálvsmynd av sær á fjallatoppunum, einans ílatin bikini.
Gigi Wu – eisini kallað ’Bikiniklintrarin’ – boðaði sjálv vinum sínum frá, umvegis fylgisveinatelefon, at hon var dottin í eina gjógv ella eitt gil í Yushan tjóðarlundini í Taiwan og var komin illa til skaða.
Bjargingartyrlur vórðu boðsendar fyri at hjálpa henni, men ringt veður forðaði bjargingararbeiðinum, og ikki fyrr enn í gjár varð hon funnin. Tá lá hon deyð orsaka av løstunum.
- Veðurumstøðurnar í fjøllunum eru ikki góðar, og vit hava biðið bjargingarfólk um at flyta hin deyða til eitt meira opið stað. Tá líkindi eru, verður hon so heintað av tyrlum, sigur eitt umboð fyri bjargingarliðið í tjóðarlundini fyri tíðindastovunum.
Embætisfólk siga, at 36 ára gamla Wu greiddi vinum sínum frá, at hon ikki var før fyri at flyta niðara part av kroppinum eftir ein døtt á 20 til 30 metrar. Hon kundi eisini upplýsa knattstøðuna har hon lá.
Wu var vanliga væl klødd, í serligari klintidrakt, tá hon kleiv upp á fjøll, og skifti ikki til bikini fyrr enn hon var komin upp á toppin.
Hóast Taiwan í høvuðsheitum er eitt tropiskt land, so eru nógvir fjallatindar, har tað er ísakalt um veturin. Fleiri av tindunum eru yvir 3.000 metrar høgir, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald