Mentan

Bil og motorsúkklutreff í Fuglafirði í dag

Tiltakið verður frá 14-17 við Mentanarhúsið

2018-06-23 10:06 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í dag skipar Fuglafjarðar Ellisakfør fyri almennum bil- og motorsúkklu treffi við Mentanarhúsið í Fuglafirði. Treffið er ætlað ellisakførum, specialbilum og motorsúklum.

Fuglafjarðar Ellisakfør hava 6 ár á baki, og hava í dag 18 virknar limir sum møtast hvørt mikukvøld í Gamla Timburhandli. Í hølunum er pláss hjá limum at hava akførini standandi, og vera hesi javnan víst fram til áhugaði sum koma framvið.

Hugskotið við hesum tiltakinum er at savna so nógvar bil entusiastar saman sum gjørligt, har teir hava høvi at síggja ella vísa fram síni akfør.

Í samband við tiltakið, verður eisini skipað fyri rekkjukoyring av Kambsdali til Fuglafjarðar, har koyrt verður frá ítróttarhøllini á Kambsdali til parkeringsøkið við Mentanarhúsið í Fuglafirði. Har verða akførini sýnd fram.

Tey, ið vilja vera við, verða biðin um at møta við ítróttarhøllina á Kambsdali kl. 13.30.

Tiltakið verður frá kl. 14-17.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder