Innanlands

Veðurstovan: Regn ólavsøkuaftan

Regn seinnapartin og um kvøldið ólavsøkuaftan, men ólavsøkudag sær betri út

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-07-26 12:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinastu dagarnar munnu tey vera nógv sum hava fylgt við hjá ymisku veðurtænastunum, um hvussu veðrið verður á ólavsøku.

Og til tíðir hevur sæð hampiligt út, men í løtuni sær tað út til at blíva nakað av regni út á dagin ólavsøkuaftan.

Veðurstova Føroya sigur í fimm daga forsøgnini, at dagurin 28. juli byrjar við minni enn 5 m/s eystan, skiftandi skýloft og okkurt ælið.

Seinnapartin lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður, sum frá líður regn. Um kvøldið lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, samdrigið og samregn. Um náttina lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, samdrigið og regn, sum frá líður ælaveður. Hitin 8 til 12 stig.

Mikudagin, ólavsøkudag, sigur hann nakað frægari veður. Lítið lot av útnyrðingi, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið, kanska onkur sólglotti; seinnapartin vestan. Hitin 9 til 12 stig.

Sí feskastu forsøgnina her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder