2020-04-18 18:58
Í morgin, sunnukvøldið klokkan 18.00 skipar missiónshúsið á Strondum fyri bil-útimøti inni á Hulki. Hetta skrivar Trúboðin á síni heimasíðu.
Øll sita í hvør sínum bili, rulla rútin niður og njóta soleiðis løtuna saman. Signar á Reynatrøð, talar og Mariann D. Poulsen hevur vitnisburð, Linda Johansen syngur og felagssangur verður eisini.
Øll eru hjartaliga vælkomin og pláss er fyri nógvum bilum.
Kelda: trubodin.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald