Ráðgevarafyritøkan Nira hevur gjørt eina greining av gongdini og úrslitunum hjá samlaðu bilasølunum árini 2019 til 2023.
Talan var um eitt minni gott ár hjá bilasølunum í 2023. Fallið í skrásetingum av nýggjum bilum í 2023 er helst høvuðsorsøkin til at árið hjá bilasølunum gjørdist munandi verri enn árini frammanundan.
Hagtølini frá Akstovuni vísa at sølan av akførum, sum verða seld sum persónbilar, vørubilar og hýruvognar, er nógv fallin seinastu fimm árini. Persónbilasølan er eitt nú fallin yvir 30 prosent í tíðarskeiðinum 2019 - 2023.
Á talvunum sæst eitt greitt samanfall millum minkaðu søluna av akførum og ta fallandi rakstrarúrslitið hjá øllum bilasølunum seinastu fimm árini. Tó var úrslitið í 2021 tó ein hækking og var samlað eitt rímuliga gott ár.
Waag hevði nógv besta úrslitið í 2023
Tá hugt verður eftir úrslitinum hjá øllum bilasølunum í 2023, so kunnu vit staðfesta at Waag Bilar hevði nógv besta úrslitið við 19,8 mió.kr. í avlopi eftir skatt. Tó má fyrivarni takast fyri at í tølunum eru úrslit á 9,5 mió.kr. frá dótturfelagum, harav ein stórur partur stavar frá virðisjavnan ella uppskriving í sambandi við keyp av Auto Service P/F í 2023.
Waag Bilar er væl fyri fíggjarliga við einum eginpeningi við ársenda 2023 upp á 78 mió.kr., sum gevur eitt trygdarevni á heili 61 prosent. Felagið hevur onga langfreistaða skuld og hevur tøkan pening á 9,8 mió.kr. og likviditetsgrad á 174 prosent.
Næstbesta roknskaparúrslitið í 2023 hevið Reyni Service P/F, sum hevði eitt avlop á 4,1 mió.kr. Reyni Service er eisini ein fíggjarliga sterk fyritøka við einum eginpeningi upp á 51,7 mió.kr. og einum trygdarevni á 34,3 prosent og likviditetsgrad á 107 prosent.
Á niðasta plássi í 2023 var Auto Service P/F við einum halli á 11 mió.kr. Viðmerkjast skal tó at P/F Waag Bilar hava yvirtikið Auto Service P/F í 2023. Tí kunnu ávísar roknskaparligar reguleringar ávirkað úrslitið í 2023.
Roknskapartølini hja øllum átta bilasølunum kann síggjast á talvuni niðanfyri, har tølini eru sammett.
Hvussu roknskaparúrslitini hjá bilasølunum fyri 2024 fara at hilnast vita vit av góðum grundum ikki enn. Tó er staðfest, at Akstovan aftur í 2024 hevur skrásett minni av nýggjum akførum samanborið við í 2023.
--
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen og ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f, www.nira.fo
--
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald